Privat
Vinnukundar
Íløgur
     
HeimaGreiðslan
Á forsíðuna
              
  


22-10-2004
LEGO til Kina

Hóttandi hall fyri 2004 ber í sær, at Kjeld Kirk Kristiansen gevst sum stjóri í LEGO.

 

LEGO ætlar at flyta ein part av framleiðslu sínari til Kina. Endamálið er at spara í framleiðslukostnaðinum. Sum er, verða 80 prosent av allari leika framleidd í Kina, og tað ber í sær, at LEGO hevur støðugt verri kappingarføri.

Nýggja stigið verður tikið samstundis, sum danska leikafyritøkan gongur ímóti einum ovurstórum halli, ið telur umleið 1,5 mia. kr. Hesi ófrættakendu tøl, ið júst eru almannakunngjørd, bera í sær, at Kjeld Kirk Kristiansen gevst sum stjóri.

Kirk Kristiansen er høvuðseigari í fyritøkuni, og hann kom í stjórastólin í januar í ár, eftir at 2003 gjørdist eitt vanlukkuliga vánaligt LEGO-ár.

Nýggi stjórin er Jørgen Vig Knudstorp. Hann hevur higartil verið í leiðandi starvið hjá LEGO. Hansara heitið hevur verið: Senior Vice President for Corporate Affairs. Uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at endurreisa leikafyritøkuna, ið hevur havt ilt við at fáa endarnar at røkka saman seinnu árini.

PH
  
 Leita